Gíslar fríaðir í Somalia

Tvær amerikanskar tyrlur hava fríað tann 60 ára gamla danan Poul Hagen Thisted (myndin) og ta 32 ára gomlu amerikonsku Jessica Buchanan, sum vórðu burturflutt í Somalia í oktober í fjør.

Tey bæði arbeiddu fyri Donsku Flóttafólkahjálpina, tá tey vórðu tikin og burturflutt. Tey vóru í ferð við at beina minur burtur.

Amerikanska sjónvarpið MSNBC sigur, at hermenn við tveimum tyrlum lupu á burturflytararnar og fríaðu teir báðar gíslarnar. Sagt verður, at sjey burturflytarar lótu lív í álopinum.

Sum skilst vóru tað servandir menn hjá amerikonsku herflotadeildini Navy Seals, sum lupu á burturflytararnar og fríaðu gíslarnar.