Hóast teir helst eru nakað moyrir eftir 120 minuttir í Klaksvík hósdagin, so skerst ikki burtur, at gøtumenn eru stórfavorittar, nú VB/Sumba kemur á vitjan.
Gøtumenn eru fullmannaðir til dystin, og við einum sigri kann liðið vinna seg upp á heiðursmerkjapláss. Og - alt eftir úrslitinum í Havn - kanska eisini heilt nær toppinum.
Hartil kemur, at VB/Sumba hevur nøkur ivamál kring lyklaspælarar. Serstakliga er tað ein smeitur, at Evrard Ble hevur ein skaða at dragast við, Eisini hevur Christian Solbaerg havt trupulleikar, men roknað verður tó við, at hann verður tøkur kortini.