Gøta og Leirvík fyrireika seg til samanlegging

Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna eru samdar um, at tørvur er á at gera stórar íløgur í báðum kommununum fram til samanleggingina. – Men semja er eisini um, at nettoskuldin hjá báðum kommununum skal verða minni enn 3/4 av eini álíkning, tá ið lagt verður saman 1. januar 2009

Kommunur

Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna verða ein kommuna um tvey ár. Tá verða øll fíggjarviðurskifti í samanløgdu kommununi, sum fer at eita Eystur Kommuna, eins fyri allar borgararnar.
- Men longu nú leggja kommunurnar seg eftir at samskipa íløgur, íløgukarm og ymisk gjøld soleiðis, at tær gerast líkari hvørji aðrari fram til samanleggingina.
Tað sigur Gøtu kommuna, nú fíggjarætlanin fyri komandi ár er komin undir land.
Lagt verður aftrat, at Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna eru á einum máli um, at tørvur er á at gera stórar íløgur í báðum kommununum fram til samanleggingina.
- Men semja er eisini um, at nettoskuldin hjá báðum kommununum skal verða minni enn 3/4 av eini álíkning, tá ið lagt verður saman 1. januar 2009.

Íløgutørvurin
Gøtu kommuna sigur, at íløgutørvurin hevur sett sín dám á fíggjarætlanina fyri 2007, sum javnvigar við sløkum 42 mió krónum.
- Av hesi upphædd fara um 23 mió krónur til rakstur, slakar 3 til rentur og avdráttir, og 16 mió krónur fara til íløgur. Inntøkurnar eru varisliga mettar til 29 mió krónur í 2007.
Skattaprosentið í Gøtu kommunu er óbroytt, 20,5%, og barnafrádrátturin er framhaldandi 5.000 krónur fyri hvørt barnið.
Av størri verkætlanum, sum liggja fyri framman, er nýggjur útstykkingarvegur fram við handils-og vinnuøkinum í Gøtudali fyri 4,5 mió krónur. Hesin vegur skal verða til reiðar at binda í rundkoyring, sum Landsverk ætlar at gera í Gøtudali komandi ár.


Felags hús
Ætlanin er eisini at nýta 4 mió krónur til fyrsta byggistig av felagshúsi við áskoðaraskýli við fótbóltsvøllin í Sarpugerði.
- Ásannast má, at hølisviðurskiftini kring vøllin als ikki eru nøktandi, og um vit skulu lúka tey krøv, ið FSF og FIFA seta fyri framhaldandi luttøku í bestu føroysku fótbóltsdeildini, er hendan íløga neyðug, sigur kommunan.
Frítíðarskúlin í Gøtu hevur húsast í ymiskum leigaðum hølum, men nú er so ætlanin at keypa og seta í stand væl egnaði høli, sum spælistovan hjá dagrøktini eisini kann fáa gagn av. Hendan íløgan kemur at kosta kommununi 2,4 mió krónur.
- Eins og Leirvíkar kommuna, fer Gøtu kommuna eisini undir at gera nýggja bygda- og býarskipan, har ætlanir verða lagdar fyri, hvussu vit skipa okkara kommunu og komandi Eystur Kommunu í framtíðini. Hendan verkætlanin fer at kosta okkum umleið 1 mió krónur í komandi ári.
Av øðrum íløgum, sum liggja fyri framman hjá Gøtu kommunu í 2007, er íløgur í útstykking, asfaltering, kloakkviðurskifti, skúla, eldraøkið og havnalagið.

Gøtu søga
Gøtu kommuna ætlar eisini, at nú skal Gøtu søga skrivast, og bygdaráðið ásannar, at hetta verður ein spennandi verkætlan.
- Bygdirnar í kommununi hava frá fornari tíð ikki smæðst burtur millum hinar bygdirnar í Føroyum. Bæði innan vinnulív, ítrótt og annað finst í Gøtu kommunu nógv tilfar, sum hevði verið áhugavert at fingið samlað í bók, áðrenn ov nógv hvørvur í gloymskunnar hav, heldur Gøtu kommuna.