Gátan um páskaløgin

Í rættarmálinum millum fútan og Restoffs bryggjarí snýr høvuðsspurningurin seg um, hvør ætlanin var við lýsingini, har skrivað stóð um ?páskaløgur?.

RÆTTARMÁL

Hvat merkir páskaløgur? Orðið stóð at lesa í lýsing frá Restoffs bryggjaríið í Dimmalætting hin 26. mars. Hendan lýsingin snúði seg um Restorffs bryggjarí, og innihaldið var ein tekstur, har orðið ?páskaløg? kom fyri. Eisini var ein tekning á lýsingini av teimum báðum Òla Svenn Nolsøe og Johan Mortensen. Á tann teknaða Óla Svenn stendur orðið øl.
Tað er tann greiða fatanin hjá ákærumyndugleikanum, t.e. fútin, at hendan lýsingin er gjørd og hevur til endamáls at fremja søluna av rúsdrekka, t.e. drykkir við einum alkoholinnihaldið áljóðandi 4,6% ella 5,8%.
Fútin segði í sínari procedure, at tað var eingin ivi um, at lýsingin snúði seg um rúsdrekka, og samanhangurin vísti púra greitt, at Restoffs við lýsingini hevði til endamáls bevíst at fremja søluna av rúsdrekka.
Verjin hjá P/F Restoffs, Halgir W. Poulsen, helt hinvegin, at stjórarnir hjá Restoffs, Johan Mortensen og Òli Svenn Nolsøe, handlaðu í góðari trúgv, tí teir vórður ikki kunnaðir um, at hetta slagið av lýsingum ikki varð loyvt, tá ið hugsað varð um, at líknandi lýsingar eisini høvdu verið at sæð frammanundan.

Løgur
Hóast bæði ákæri og verji ferðaðust ógvuliga víða á rætarfundinum fríggjadagin, tá ið málið kom fyri Jørgen Petersen í Føroya rætti, so snýr málið seg í tí stóra og heila um, hvat týdningurin av orðinum ?páskaløg? merkir.
Verjin vil vera við, at hetta kann merkja øll slag av drykkum, ið Restorffs bjóðar. Ákærin vil hinvegin vera við, at tað er greitt, at í lýsingini verður hugsað um øl.
Tað er nevniliga ikki loyvt at lýsa við rúsdrekkadrykkjum við hægri styrki enn ljós pilsnara styrki í føroyskum fjølmiðlum ella tíðarritum. Hetta stendur at lesa í rúsdrekkalógini, og tað er hendan lógin, sum nú sleppur at standa sína roynd.
Er tað at lýsa við sterkum rúsdrekka á henda hátt? Visti bryggjaríið av, hvat tað gjørdi?
Tað er týdningarmikið at hava í huga, at tað er bryggjaríið sjálvt, og ikki Johan og Óli Svenn, sum eru ákærdir í málinum.
Sjálvur var Óli Svenn Nolsøe einasta vitnið í málinum. Hann greiddi frá, at teir hava vent gongdini hjá Restoffs. Hann vildi vera við, at Restorffs var mestsum at rokna sum ókent fyri onnu enn havnafólk, áðrenn teir tóku við hin 1. januar 2002. Hann segði seg hava sæð lýsingina, áðrenn hon varð send til prentingar, og hann helt ikki, at talan var um nakað lógarbrot.
Hann kendi seg vera skeivt endurgivnan, tá hann hevur skula sagt, at lýsingin varð gjørd fyri at provekera og fyri at royna lógina.
Áhoyrarafjøldin, ið fyri tað nógva vóru umboð frá størru føroysku fjølmiðlunum, fingu eina undirhaldandi løtu í rættinum fríggjamorgunin.
Halgir W. Poulsen, verji, legði ógvuliga bragdliga fyri og legði stóran dent á føroyska dupultmoralin, og tað ?fullkomiliga absurdu? lógina, talan er um í hesum førinum.
Spurningurin er so, hvørja ávirkan hetta fær á dómaran.
Bæði verji og ákæri góvu alt teir orkaðu við at vísa greinir úr føroyskum bløðunum, sum teir mettu vísti støðuna á økinum í Føroyum.
Eisini varð nógv tosað um Rúsdrekkasølu landsins og hennara leiklut og ?upplýsandi? tilfar. Somuleiðis snúði nógv prát seg eisini um útlendskar miðlar, sum frítt kunnu lýsa við rúsdrekka í Føroyum.
Bæði verji og ákæri royndu dúgiliga at vísa á siðvenju á økinum, sum ikki hevur verið so ofta á gátt hjá Føroya rætti, men vend kann koma í.

Dómur sagdur fríggjadagin
Jørgen B. Petersen, dómari, fer fríggjadagin í komandi viku at siga dóm í málinum móti Restoffs bryggjarí. Dómurin verður sagdur kl. 12.00
Varafútin Finn Ougaard, sum eisini er ákæri í málinum móti Restorffs, segði í rættinum fríggjadagin, at ákæri er reist um greinir í Dimmalætting við uppskriftum, har nýtt verður øl hjá Føroya Bjór til at gera matin.

Málið útsett
Friggjadagin kom ákæran hjá fútanum móti Club 20 eisini fyri rættin. Vitni vórðu avhoyrd í málinum, men tað skal ein annar rættarfundur til, áðrenn málið endaliga klárt til dóm. Tveir løgreglumenn skulu avhoyrast í málinum, og teir vóru ikki til staðar í rættinum fríggjadagin, og tískil er nýggjur fundur avtalaður.
Ákæran móti Club 20 snýr seg eisini um ásetingarnar í rúsdrekkalógini um lýsingar við rúsdrekka.