Hóast Liverpool legði hart út um revsingia upp á 10 dystir leikbann til Luis Suarez fyri at bíta Branislav Ivanovich í armin, tá liðini hittust á Anfield síðsta sunnudag, so fer felagið ikki at kæra dómin.
Liverpool áleyparin fekk mánadagin dómi fyri at bíta Ivanovich frá enska fótbóltssambandinum. Teir valdu at geva Suarez leikbann í 10 dystir.
- Bæði felag sum spælari eru skelkaðir a avgerðini í dag, skrivaði itróttarstjórin, Ian Ayre á Twitter.
Kortini velja teir at góðtaka revsingina uttan at mótmæla, skrivar FA á sínum heimasíðum.
Fleiri hildu, at revsingin var ov strong, og sum sami leikari fekk , tá hann varð leikbanaður fyri at hava sagt rasistiskar viðmerkingar til Manchester United leikaran , Patrice Evra.