GÍ tevjar málm

Men í Gøtu ásanna teir, at tað verður ikki lætt ímóti NSÍ, sum ofta hevur funnið eyka gir, tá ið teir hava sæð gult og blátt

Upptakt

Burtursæð frá stórsigrinum á Toftum fyri fýra vikum síðani, so hevur tað ikki gingið væl hjá NSÍ, síðani teir á Ólavsøku taptu steypafinaluna. Teir hava tapt hvørja ferð, og nú eru teir niðanfyri miðstrikuna, og tað eru fleiri í Runavík, sum siga, at teirra lið tykist vera farið meiri ella minni í vetrardvala. Hetta kennist eitt sindur snópisligt, tí ætlanin ella rættari dreymurin hjá fleiri var, at liðið enn eina ferð skuldi røkka europeiskari luttøku.
Í Gøtu vilja teir ikki hoyra talan um, at tað verður lætt hjá teirra monnum í Runavík.
- Tá ið NSÍ spælir ímóti okkum klára teir seg oftast væl. Tað kennist sum um, at teir finna eitt eyka gir ímóti okkum. Soleiðis rokna vit eisini við, at tað fer at verða hesa ferð, siga teir í Gøtu.
Eftir at tað leingi ikki gekk nakað serligt hjá GÍ, eru teir nú komnir soleiðis fyri, at teir kunnu røkka bronsuni, um tað lagar seg væl, og GÍ vinnur í dag, og Skála tapir ímóti KÍ, og GÍ næsta sunnudag vinnur á heimavølli ímóti júst Skála.
Í Gøtu er alt fólkið tókt. Liðformaðurin, Poul Ennigarð, var leikbannaður á Eiði, men hann er tøkur aftur.
Tað hevur leingi verið upp á tal, og nú siga teir tað verða veruleiki. Gamli landsliðsspælarin og GÍ miðvallarin, Sámal Joensen, er á veg aftur í fremstu røðina í føroyskum fótbólti. Hann hevur verið sjómaður siðstu tíðina. Nú ætlar hann fyribils at leggjast uppi, og tá ið landskappingin verður liðug, fer Sámal at venja saman við GÍ, sum hann næsta ár ætlast at skula vera við at lyfta.
NSÍ venjarin hevur síðstu vikuna verið upptikin av landsliðsarbeiðnum. Í NSÍ hava teir kortini vant sum vanligt, og mánakvøldið og týskvøldið var Jógvan Martin Olsen í Runavík og vandi saman við teimum. Hjá venjaranum ræður um at syrgja fyri, at spælararnir fara á vøllin við stórum íblástri.
Hjá NSÍ er Brynjolvur Nielsen leikbannaður eftir reyða kortið, sum hann fekk í Klaksvík. Kári Hansen, sum var leikbannaður ta ferðina, er tøkur aftur.