Útlitini fyri svartkjaftastovninum eru bjørt, eftir at svartkjaftastovnurin minkaði niður í næstan einki seinastu fáu árini. Tað stendur í blaðnum Sjóvarmáli, sum Havstovan stendur fyri.
Umstøðurnar í veðri og havumhvørvi seinastu tvey árini minna um árini beint undan aldarskiftinum, tá tilgongdin var stór.
Í blaðnum stendur skrivað, at hóast umstøðurnar eru góðar nú, er eingin trygd fyri at tilgongdin er góð. Til hetta krevst eisini at nógv yngul kom undan í 2009, og tað veit mann ikki enn, tá fiskifrøðiligu metingarnar av tilgongd frá ICES ikki eru tøkar, fyrr enn árgangurin er komin væl inn í fiskiskapin, stendur skrivað í blaðnum Sjóvarmáli.
Mynd: www.vardin.fo