Jólarokið er av fyri hesuferð, men enn er gamlaárskvøld og byrjanin av tí nýggja óspilta árinum eftir at hátíðarhalda. Vágur er helst tann føroyska bygdin, ið ger mest burturúr veitsluhaldinum um nýggjársleitið, og eins og undanfarin ár verður aftur hesuferð gjørt nógv burturúr.
Vágbingar møtast gamlaárskvøld til ræst kjøt og súpan við lokalum og polilitiskum undirhaldi frá farna árinum afturvið. Skemtararnir eru, sum so ofta áður Robert Mc Birnie, Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe og Arnfinnur Thomassen. sungnir verða eisini rótfestir lokalir tættir. Seinni verður farið í kirkju, har bíðað verður eftir, at klokkan gerst tólv, so kyndlagongan gjøgnum býin, vestur til bálið kann byrja. Eftir bálið er vanligt, at fólk møtast til dans í VB-høllini, heilt til tann ljósa morgun, og í ár hava vágbingar og onnur vitjandi harafturat møguleika at treða føroyskan dans í VB-húsinum.
Umboð fyri Sosialin ætla sær til Vágs at halda nýggjár, og kanska fáa vit onkra søgu frá tí serliga veitsluhaldinum, tá vágbingar siga farvæl við tað gamla árið og ynskja tí nýggja vælkomnum.
? Gott nýggjár øll somul!