Gøtubardagar á Nørrebro

Ungfólk hava tveitt grót, fløskur og annað eftir løgregluni, sum tíðliga í morgun rak tey ungu úr Ungdómshúsinum á Jagtvej. Ungfólk við gekkaskorti og albrynjaðir løgreglumenn hava verið í bardaga á Nørrebro fyrrapartin, eftir at løgreglan rak tey ungu úr tí umstrídda Ungdomshuset á Jagtvej í morgun.

Tey ungu hava gjørt vegbyrgingar ymsastaðni, og summastaðni sita tey ungu á vegnum og forða ferðsluni, sigur danska útvarpið.

Løgreglan í Keypmannahavn hevur biðið aðrar løgreglustøðir á Sælandi um hjálp.

-Vit vilja hava alla ta hjálp, sum vit kunnu fáa, sigur talsmaðurin hjá løgregluni í Keypmannahavn.