Gøtuskip í Skagen við sild

Finnur Fríði, Saksaberg og Jupiter hava um dagarnar landað sløk 4.000 tons av matsild í Skagen

Fiskivinna

Tey trý skipini hjá Varðanum í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter og Saksaberg, hava øll verið á sildaveiði í norskum sjógvi seinastu dagarnar – og øll hava í hesum umfari verið í Skagen við veiðini, sum er landað til matna.
Fyrstur var Finnur Fríði við 2000 tonsum, síðan kom Saksaberg við 480 tonsum, og seinastur Jupiter við 1400 tonsum.
Finnur Fríði og Jupiter hava roynt út fyri Lofoten í Noregi, og Saksaberg var í norska partinum av Norðsjónum.
Saksaberg byrjaði túrin í føroyskum sjógvi hin 6. januar. Teir royndu fyrst við nót eftir sild í føroyskum sjógvi, men lítið bar til. Síðan bar leiðin í norska partin av Norðsjónum, har Saksaberg fekk góð 400 tons av matsild eftir einari nátt.

Í oyggjunum
Finnur Fríði gjørdi annars ein svartkjaftatúr, sum hin fyrsta í ár. Teir loystu 2. jóladag og høvdu fult skip, tá fáir dagar vóru farnir av nýggja árinum.
Av tí, at Havsbrún er stongt í løtuni vegna ymiskar umvælingar, legði Finnur Fríði svartkjaftalastina upp í Vestmannaoyggunum í Íslandi.
Finnur Fríði fekk svartkjaftin í føroyskum sjógvi, har teir royndu í ein útsynning úr Suðuroynni.