Gamlá áttamannafarið, Gøtutróndur, hevur fingið nýggjan heimasjógv.
Vit kenna hann mest frá tí at hann plagdi at rógva kapp á føroyskum firðum og vágum. Men nú er tað í Hundinge í Danmark, at hann báru brýtur.
Tað var fyrr í ár, at gøtumaðurin Halgrím Gregersen ringdi til føroyska bátavinin av øllum á flatlondum, Ólav á Heyum, og bjóðaði honum Gøtutrónd fyri einki, bara teir vildu røkja hann og brúka hann til at gera føroyska bátin kendan.
Gøtutróndur var ikki heilt ókendur í Danmark, tí á eini Færø-regatta 19 árum síðani, læntu tey fýra áttamannafør úr Føroyum og ein teirra var Gøtutróndur.
- Eg varð tikin á bóli av at fáa hetta tilboðið so brádliga eftir 19 ár. Men tað kom væl vil og tað eydnaðist at fáa hann til Danmark við góðum stuðuli frá Tórhalli Thomsen í Norðragøtu og Smyril Line. Og í Danmark fingu tey máling og aðra útgerð frá Tempo Både.
Ólavur á Heygum sigur, at hetta kom serliga væl við, nú tey eru í ferð við at fyrireika eina norðurlendska ro- og kulturstævne í Hundinge 11. august næsta ár.
Men Gøtutróndur er longu nú tikin dugliga í brúk, tí hann skal vera við í einum sjónleiki um sjálvan Ormin Langa, sum ein ungdómsskúli er farin at venja og tey venja seg nú dugliga at rógva við føroyska áttamannafarinum.
Men eitt bátafelag í Hundinge rør eisini við bátinum fast einaferð um vikuna.
Gøtutróndur hevur so stóran áhugað har um leiðir, at lokalblaðið Sydkysten, ætlar at skriva greinarrøð um bátin og um víkingar
Ólavur í Heygum sigur, at í Hindinge eru einir 500 bátar, men tað skerst ikki burtur, at Gøtutróndur vekir eisini ein serligan ans hjá fólki.
Tað verður oftað skipað fyri tiltøkum í havnini í Hundinge og tá ið eitt mentannartiltak var seinasta vikuskiftið, var tað ein stórur riðil av fólki, sum steðgaði á at hyggja at Gøtutróndi.
Tá fingu tey eisini eina frágreiðing um navnabretti, at Gøtutróndur stendur í brynju og við svørði í hond.
- Í bátafelagnum, Hundinge Bådeklub, eru vit ikki sørt stolt av eit eina eitt slíkt merkisvert far, sum Gøtutróndur, sigur Ólavur á Heygum