Góðu veljarar kring landið!

Eg játtaði at stilla upp til fólkatingsvalið, tí eg haldi, at vit aftur hava brúk fyri einum umboði úr Javnaðarflokkinum á fólktingi. Søguliga sæð hevur Javnaðarflokkurin altíð verið tann føroyski politiski flokkurin, sum hevur verið við til at funnið haldgóðar loysnir, so vit sum fólk og samfelag eru komin eitt fet víðari á sjálvstýrisleiðini

Hetta gjørdu vit í 1948, somuleiðis við avtaluni um ráevnini í undirgrundini í 1992 og við Yvirtøkulógini í 2005 – hevur flokkurin tryggja, at sjálvstýrismálið nú er ein føroyskt søk.

Vælferð er eitt av floksins aðalmálum. Vælferðin og trivnaðurin hjá fólkinum, sum her býr, eru grundarlagið undir allari støðutakan floksins – eisini teirru ríkisrættarligu.

Avbjóðingin hjá teimum, sum vald verða – er og verður – at tryggja og útbyggja vælferðina. Vælferð kostar og tí er ein av fortreytunum fyri at klára áhaldandi búskaparvøksturi, hvussu vit velja at vera við í altjóðagerðingini og hvussu vit klára at víðka okkara marknaratgongdir.

Altjóðagerðin krevur at partar vísa hvørjum álit, taka ábyrgd og sýna altjóðasamhaldsfesti.

Hugsa vit um Kyoto sáttmálan, so vil Javnaðarflokkurin halda fast um, at ásetingarnar í Kyoto avtaluni, um at minka útlátið við 8 %, verða hildnar.

Verður fólkatingssessurin okkara, vil Javnaðarflokkurin beinavegin taka stig til eitt praktiskt samstarv, har Føroyar forhandla seg til, at ríksifelagsskapurin er og veður ein mennandi tilgongd landanna millum - har forðingar, sum vit uppliva í dag, ið virka sum læstar hurðar, ongantíð ov skjótt verða beindar av vegnum.

Velur tú Javnaðarflokkin, velur tú samstundist: Jaligt samskifti og ítøkilig úrslit.

 

Við javnaðarkvøðu