Góðu vinir, kenningar og sjúklingar

... ein heilsan í sambandi við tíðindaskriv frá fútanum í dag

Í tíðindaskrivi í dag boðar Karen Marie Olsen frá, at “ der kan forventes rejst tiltale mod Jenis av Rana” ved Færøernes ret.

 

Talan er um fyrsta samband fútans við meg, síðani málið byrjaði fyri skjótt tveimum árum síðani. Tá varð eg av fjølmiðlum o.ø. m.a. skuldsettur fyri at hava brotið tagnar- og fráboðanarskylduna til barnaverndina.

 

Í brævi til tykkara í okt. 2006 skrivaði eg m.a.:

 

... tagnarskyldan er ikki brotin av mær.

... fráboðanarskyldan er ikki brotin av mær.

... onnur atlit og áhugamál eru ikki tikin framum atlitini til sjúklingar í viðtalu mínari.

 

Av fráboðan fútans sæst, at skuldsetingini um, at eg skal hava brotið tagnarskylduna, er slept. Hetta er at gleðast um.

 

Tó ætlar ákærumyndugleikin, at Føroya rættur skal døma meg, tí eg ikki havi boðað frá kunnleika mínum til misnýtslu av einum sjúklingi. Lat meg enn einaferð vissa teg um, at eg ongan slíka vitan havi havt. Um so var, hevði eg ikki drálað við at boða frá hesum, ikki bert tí tað hevði verið lógar-, men eisini moralska skylda mín.

 

Føroya rættur verður sostatt biðin døma meg fyri eina vitan, sum eg ikki havi havt.

 

Hin 28. juni kom sami rættur annars til ta niðurstøðu, at hendan misnýtsla ongantíð var framd. Aftanfyri dómin lógu mánaðarlangar kanningar og avhoyringar. Til sammetingar tekur ein vanlig læknaviðtala millum 10 og 30 minuttir. Rætturin fríkendi ákærda fyri ta misnýtslu, sum eg nú verið sagdur hava havt kunnleika til.

 

Tíverri vænti eg ikki, at eg teir komandi dagarnar megni at røkja viðtaluna til fulnar, og havi eg boðað fakfelag mínum frá hesum. Vóni tit bera yvir við mær- og at tit biðja fyri okkum.

 

Bestu heilsanir