Góður aldurdómur krevur venjing

Mikudagin 20. september 2006 helt Nina Beyer, fysioterapeutur og granskari, áhugaverdan fyrilestur í Tilhaldinum í Havn um at røra seg á eldru árum. Áhugin fyri tiltakinum var stórur. Umleið 100 áhoyrarar vóru og lurtaðu

Nina Beyer arbeiðir á Fysioterapi og Institut for Idrætsmedicin á Bispebjerg Hospital. Í 2003 vardi hon phd. ritgerð sína við heitinum ”Fysisk venjing minkar um vandan fyri óarbeiðsføri og falli hjá eldri kvinnum”. Nina Beyer starvaðist í nógv ár sum ítróttarfysioterapeutur, áðrenn hon fyri 15 árum síðani vendi sínum áhuga ímóti teimum eldru. Við sínum kunnleika frá ítróttarfysioterapi, hevur hon saman við øðrum granska í og ment venjingartilboðini til eldri fólk. Nina Beyer var boðin til Føroyar av Fysioterapeutfelag Føroya at halda skeið fyri fysio- og ergoterapeutum um venjing av eldri fólki. Í hesum sambandinum varð skipað fyri einum almennum fyrilestri í Tilhaldinum í Havn.
 
Íítróttarfólk ið ynskja at verða fremst, skulu venja upp ímóti tí mesta tey megna. Hesa teori umsetti Nina til eldri fólk, sum fyri at leingja aldringstilgongdina, eisini muga venja upp ímóti tí, sum tey megna. Sum øllum kunnugt vikna vit, jú eldri vit verða. Balansan verður vánaligari, beinagrindin viknar og vit orka ikki at ganga, lyfta og bera tað, sum vit einaferð kláraðu. Tað blívur truplari og truplari at klára seg sjálvan og vandin fyri at detta og bróta seg sundur økist.
 
Áhugin fyri aldringstilgongdini er nógv vaksin hesu seinastu árini, - bæði hjá politikarum og granskarunum. Nógvar granskirverkætlanir eru gjørdar innan hetta øki. Serliga hevur áhugin verði vendur ímóti, hvat vit kunnu gera fyri at fyribyrgja ella leingja um aldringstilgongdina.
 
Vit vita øll, at um vit halda okkum í gongd bæði fysiskt og andaligt, og annars ikki verða rakt av nakrari álvarsamari sjúku, so kunnu vit verða sjálvbjargin heilt upp í 90 árini. Sjálvbjargin er nakað vit øll ynskja at verða. Nú eru granskarar komnir eftir at tað, ið er mest umráðandi er at halda seg sterkan, greiddi Nina frá.
 
Gangitúrar eru góðir, bæði við og uttan stavum. Helst skal man ganga tríggjar ferðir um vikuna í minst ein hálvan tíma hvørja ferð, og helst so skjótt, at tað kennist á andadráttinum. Eisini er gott at svimja. Tó er ov lítil vekt á beinagrindina í vatni, og tí má svimjing sameinast við gongutúrar ella aðra venjing, har vekt er á beinagrindina. Ninan Beyer vísti á úrslit frá fleiri granskingarverkætlanum, har niðurstøðu er, at styrkivenjing er tað besta fyri at halda konditión, javnvág og styrki í beinagrindini og í vøddunum.
 
Hvat er so styrkivenjing, og hvussu ofta skulu vit styrkivenja? Styrkivenjing kann millum annað verða at reisa og seta seg 15 ferðir x 3 frá einum stóli, ganga trappir í 5-10 minuttir, ella at strekkja og boyggja armarnar í ymsar rætningar 15 ferðir í hvønn rætning, meðan man hevur tvær 1½ liturs fløskur fyltar við vatni í hondunum. Best er at venja tvær ferðir um vikuna í hálvan til ein tíma.
Nógv av okkum hava trupult við at venja sjálvi, og kann tað verða munandi lættari at halda seg í gongd um tvey ella fleiri venja saman.
 
Í Danmark hevur ”Ældre Sagen” tikið hesa avbjóðingina í álvara og er aktivt farin inn í hettar arbeiðið. Tey hava skipað fyri venjaraskeiðum til aktivar pensionistar, sum síðani eru farnir aftur til síni lokalfeløg at standa fyri regluligum venjingum. Venjararnir eru regluliga á skeið fyri at uppfríska og viðlíkahalda sín kunnleika. Hvat við einum líknandi tilboði her í Føroyum?
 
Boðskapurin hjá Ninu Beyer var greiður: Ynskja vit at halda okkum frísk og sjálvbjargin, so er bara eitt at gera: Upp úr stólinum og verð fysiskt aktivur.