Fyrri hálvleikur er av á Friends Arena í Stokholm, og støðan er 1-0 til Svøríki.
Málið varð skorað, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Eftir innlegg úr høgru varð út frá nærra stólpa stútað í handara síðunetið. Føroysku spælararnir vóru illa nøgdir við verjuavrikið í hesum førinum.
Annars hava føroyingarnir víst góðan hugburð. Teir hava verið nærlagdir og væl skipaðir í verjupartinum, tað hevur verið tætt millum keturnar, og føroyingarnir hava væl oftari verið frammanfyri miðstrikuna og í nánd av svenska málinum, enn teir nakrantíð vóru fríggjakvøldið ímóti Norra.
Ein hampuliga stóran málmøguleika hava føroyingsarnir havt. Tað var, tá ið Brandur Hendriksson Olsen legði innfyri úr høgru, og Viljormur Davidsen fluktaði við handara stólpa, men málverjin bjargaði.