Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum, ið var í Leirvík um vikuskifti, var íslendski fíggjarmálaráðharrin gestarøðari. Geir Haarde er limur í Sjálvstæðisflokkinum, ið er bróðurflokkur hjá Fólkaflokkinum.
Fólkaflokkurin metir Ísland sum eitt land, ið føroyingar kunnu læra nakað av.
- Har tykjast tey at vera komin longri á Caragata leiðini, enn vit, og tað tosaðu vit nógv um á fundinum, sigur Óli Breckmann, ið annars heldur, at fólk tyktust væl nøgd við leiklutin hjá flokkinum í samgonguni.
- Mælt var tó til, at ein í fullveldismálinum ber skjótt at og at halda fast við at fáa eitt uppskot um avtalu, ið líkist mest møguligt tí, sum stendur í samgonguskjalinum, sigur Óli Breckmann.
- Tað vit leggja dent á , tá vit hyggja at Íslandi, er búskaparstøðan. Hvussu ber tað til, at Ísland klárar tað so væl og hevur ráð til sjálvstýri og vit ikki hava ráð til samband? Hvat gera vit galið? Lat okkum endiliga læra av teimum, sigur Óli Breckmann.
Endurnýggjan
Fiskivinnan varð eisini til umrøðu.
-Tosað varð um endurnýggjannarálitið, sum varð skrivað av serkønari nevnd í 1997. Hetta hevur verið grundarlag undir uppskotinum, sum fyrst John Petersen og síðani Jørgen Niclasen hava roynt at tala fyri í samgonguni. Hetta, at alt gerst meira umsetiligt og at neyðugt er við lagaligari umstøður hjá vinnuni, sigur Óli Breckmann.
Hann nevnir eisini møguleikar fyri avskriving, lægri partafelagsskatt og møguleika fyri íløgugrunni og eingangs íløgustuðli.
Sjálvur skilir hann ikki, at hetta ikki vinnur frama og at menn leggja fótonglar í hesum málinum.
Hann vísir á, at Jørgen Niclasen arbeiðir við hesum málinum.
40 mill. ikki treyt
- Vit hanga ikki í hasum 40 milliónunum sum eini treyt, leggur Óli Breckmann dent á.
- Vit vilja bert hava endurnýggjanina at byrja so ella so, sigur Óli Breckmann.
Hann dylir tó ikki fyri, at Fólkaflokkurin ikki gongur við til, at tær 40 milliónirnar verða etnar upp av almennum rakstri.
Ikki ráð
- At útreiðslur til skúlaverk og almannaverk og heilsuverk fara upp í gjøgnum loftið má steðgast, metir Óli Breckmann, tí ráðini at liva í Føroyum eru ikki ov góð og tey verða ikki betri í einum sjálvstýrandi landi, tá vit skulu gjalda meira sjálvi.
- Fiskivinnan hevur ríkiligt at sleipa uppá, sum er, og hon hevur ov smá avlop til at kunna endurnýggja seg, so vit mugu geva henni umstøður. Tað er undir alt lágmark at halda, at eitt vinnutól skal kunna føða øll tey, ið liva av tí, uttan at ein gevir tí møguleika til sjálvt at liva, metir Óli Breckmann.
Landsfundurin gav landsstýrismonnunum stuðul og serstakliga Vinnumálastýrið var umrøttt og eisini at sambandið við Vágarnar skal fáast á pláss, sigur Óli Breckmann um nakað av tí, ið var frammi á fundinum hjá Fólkaflokkinum.
Hann metir, at fundurin var góður og positivur.