Góður prísur á kongafiski

Tað var ikki nógvur fiskur á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag, góð 26 tons, sum vórðu seld fyri góðar 540.000 krónur.

Ein stórur triðingur var svartkalvi, og tað mesta fór fyri 30,99 krónur í meðal. Umleið fimm tons vóru av kongafiski. Hann fekk góðan prís, og meginparturin fór fyri 16,36 krónur í meðal fyri kilo.

Konmgafiskurin fekk sera góðan prís á uppboðssøluni í gjár. Nøgdin var ikki stór, umleið hálvtannað tons, men prísurin lá millum 16 og 19 krónur í meðal.

Í gjár var annars mest av brosmu og longu. Av brosmu vópru knappliga 35 tons, og meðalprísurin lá beint oman fyri 8,60 krónur. Eini 20 tons vóru av longu í gjár. Longa II fekk meðalprísin 13,68 og longa III 10,94 krónur.

Í gjár seldi Fiskamarknaðurin góð 72 tons fyri 840.000 krónur.