Góður útróður - men ring líkindi

- Vit vænta, at fýra ísfiskalínuskip koma inn at landa hesa vikuna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Trý ísfiskalínuskip fiska longu og brosmu, og tvey fiska tosk og hýsu undir Føroyum.

 

- Vit vænta, at fýra ísfiskalínuskip koma inn at landa hesa vikuna, men tað fimmta, sum eisini er til fiskiskap, kemur neyvan inn at landa fyrr enn í aðru viku.

 

Tað vita tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í dag, har tey hava gjørt sínar metingar um tilfeingið hesa vikuna. Lagt verður aftrat, at eitt ísfiskalínuskip nýliga er byrjað túr í íslendskum sjógvi.  

 

- Trý føroysk frystilínuskip eru til fiskiskap í grønlendskum sjógvi, og tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum.

 

Um útlitini til útróður hesa vikuna verður sagt, at streymurin harðnar, og veðrið verður umskiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri hesa vikuna.

 

- Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er góður nú, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya.