Heiður
Tey, sum standa aftanfyri konsertina leygarkvøldið, eru Føroya Symfoniorkestur, Norðurlandahúsið, Jacob Gade’s Legat og Tórshavnar Musikkskúli.
Á samkomuni í morgun beyð leiðarin fyri Tórshavnar Musikkskúla, Bo Isholm, vælkomin, og síðan læt hann orðið til formannin fyri gávugrunnin, Holger Bisgaard, sum greiddi frá søguni aftanfyri danan, Jacob Thune Hansen Gade (1879-1963), sum grunnurin er uppkallaður eftir.
Áhugaverd søga
Pápi Jacob Gade hevði ein lítlan handil, har hann seldi ljóðføri og nótar. Hann lærdi evnaríka sonin at spæla á trompet og seinni violin, og longu sum 5 ára gamal spældi Jacob í bólkinum hjá pápanum, sum var við til ymisk høvi, eitt nú brúdleyp, veitslur og jarðarferðir í Vejle-økinum.
Skjótt noyddist pápin at síggja í eyguni, at sonur hansara fór at náa nógv longri á tónleikaøkinum enn hann sjálvur. Hetta tók hann við blandaðum kenslum, stoltleika og sjalusi.
Pápin setti seg upp ímóti, at sonurin kom á konservatorii, tí hann helt, at sonurin longu var nóg dugnaligur við ljóðførunum. Hetta førdi til, at Jacob Gade longu sum 15 ára gamal rýmdi heimanífrá, tí hann vildi til Keypmannahavnar at gerast kapelmeistari og tónleikasmiðjur.
Hetta var tó lættari sagt enn gjørt, tí kappingin á tónleikaøkinum var hørð, og hann var so blaðungur.
Sum árini gingu gjørdist Jacob Gade ein umtalaður kapelmeistari og tónleikasmiðjur.
Eftir fyrra heimsbardaga fór hann til Ameriku, har hann gjørdist partur av New Yorks Philharmoniska Orkestri.
Søgan um Jacob Gade er long og áhugaverd, og tá hann kom heimaftur til Danmarkar úr USA í 1921, gjørdist hann kapelmeistari í Palads Teatrinum, sum tá varð rópt ”filmens kongelige teater”.
Jacob Gade er ikki minst kendur fyri tónleikastykkini Tango Jalusie og Tango Tzigane (sigoynartango), ið teljast millum mest spældu verk í heiminum.
Eitt blástempul
Tað eru fimm fólk, sum sita í nevndini í Jacob Gade´s Legat, og á ferðini í Føroyum eru fýra teirra við.
Á samkomuni í Listaskálanum tosaði eisini Toki Lund Christiansen, sum eisini er í nevndini í gávugrunninum.
Hann vísti á, at slíkar virðislønir, sum grunnurin letur, eru eitt blástempul til ungar og evnaríkar tónleikarar og tað umhvørvi, sum hesir eru vaksnir upp í.
- Slíkar virðislønir kunnu styrkja evnaríku næmingarnar bæði inneftir og úteftir. Tær kunnu lata upp hurðar til til nakað meira og størri, og tær kunnu eisini vera startskotið til, at aðrir grunnar vilja stuðla ungu tónleikarunum til uppaftur størri framburð, segði Toki.
Hann legði aftrat, at tað er uppgávan hjá gávugrunninum at fylgja við, hvørjir tónleikarar gera seg galdandi og hava eina framtíð á sínum øki.
- Eg havi varhugan av, at musikkskúlarnir í Føroyum hava ein ótrúligan stuðul í fólkinum, segði Toki Lund Christiansen.
Heiðrun og Mia
Jacob Gade´s Legat hevur hesaferð gjørt av at heiðra ungu føroysku tónleikarunum, Heiðrunn Petersen (16), sum spælir violin og Miu Káradóttir (20), sum spælir floytu.
Virðislønirnar, sum verða lætnar á konsetini hjá Føroya Symfoniorkestri leygarkvøldið, eru upp á 15.000 krónur hvør.
Triðja virðislønin, sum er upp á 50.000 krónur, verður latin Føroya Symfoniorkestri fyri framhaldandi arbeiði at menna ungar tónleikarar, sum hava røtur sínar í musikkskúlunum kring landið.
Sum nakað nýtt, hevur nevndin aftanfyri Jacob Gade´s Legat gjørt av at læna Tórshavnar Musikskúla eini 4-5 ljóðføri, sum tey fáa handað í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Bo Isholm, leiðari fyri Tórshavnar Musikkskúla, sigur, at talan er um kostnaðarmikil ljóðføri, sum koma sera væl við hjá skúlanum.
- Tað er soleiðis, at ljóðførini skulu ikki berast aftur – uttan so, at Tórshavnar Musikkskúli heldur uppat.
Ljóðførini, sum skúlin, eru fagot (træblási ljóðføri) , obo (træblási ljóðføri) og bratsch, ið er ein tvørfloyta.
Ein viðurkenning
At grunnurin letur Tórshavnar Musikkskúla hesi ljóðføri, tekur Bo Isholm sum eina viðurkenning av tí arbeiðið, sum skúlin og skúlarnir kring um í Føroyum gera á tónleikaøkinum.
Tað var í fjør, at gávugrunnurin stovnaði sonevnda Ljóðføristovnin Jacob Gade, Bikuben, tí Bikubenstovnurin læt gávugrunninum eina peningagávu.
Ljóðføristovnurin, sum nú letur ljóðføri til Tórshavnar Musikkskúla, hevur til endamáls at læna ungum og evnaríkum tónleikarum á landsins tónleikaskúlum ljóðføri.
Við løtuna í Listaskúlanum spældu Heiðrunn Petersen (violin) og Elisabeth Westenholz (tangentar) Tango Jalousie.