Gaddafi eigur milliónir í Danmark

Skuldi Vesturheimurin gjørt álvara av ætlanini at leggja hald á ognir, sum libyski einaræðisharrin, Muammar Gaddafi, og stýri hansara eiga uttan fyri libyska markið, fer avgerðin eisini at umfata ognir í Danmark.

Danska kringvarpið veit at siga, at Gaddafi eigur tvey hús í Danmark, og at tey eru fleiri milliónir krónur verd.

Í Jægersborg í Gentofte er libyska sendistovan, sum sambært tinglýsingini er góðar 14 milliónir krónur verd. Harafturat eigur libyska stjórnin eini stór hús í Keypmannahavn. Virðið er 10,4 milliónir krónur, sigur DR.

Ein sonur Gaddafi, Motassim Bilal Gaddafi, gekk á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn fyri nørkum árum síðani og búði tá í húsunum í Gentofte, sigur DR.