Gaddafi góðtók hópneyðtøkur

Tíðindini um, at libyskir stjórnarhermenn hava framt hópneyðtøkur, eru ikki nýggj, men nú verður Muammar Gaddafi sjálvur settur beinleiðis í samband við tær.

Tað sigur Luis Moreno-Campo, sum er ákæri í Altjóða Revsirættardómstólinum í Haag. Hann sigur, at sambært keldunum hjá dómstólinum gjørdi Gaddafi av at góðtaka, at hermenninir neyðtóku kvinnur.

- Fyrr hevur libyska leiðslan ikki brúkt neyðtøkur fyri at kúga fólkið. Hetta er ein nýggjur kúgingarháttur, sigur Moreno-Campo. Ákærin leggur

afturat, at ákæruvaldið er komið fram á upplýsingar, sum vísa, at myndugleikarnir hava keypt fleiri bingjur av Viagra fyri at geva

hermonnunum hug til at neyðtaka kvinnur.

Tann 16. mai boðaði Altjóða Revsirætturin frá, at Muammar Gaddafi og sonurin Saif al-Islam skulu handtakast.