Gaddafi-hermenninir nærkast Benghazi

Hermenninir hjá Gaddafi-stýrinum nærkast støðugt býnum Benghazi, sum er høvuðsbýurin hjá uppreistrarmonnunum. Almenna libyska sjónvarpið sigur, at flogfør hava bumbað mál beint uttan fyri býin, og tað hava talsmenn fyri uppreistrarmenninar eisini váttað.

Amerikanski varauttanríkisráðharrin, William Burns, sigur, at stjórnarhermenninir eru einar hálvtannaðhundrað kilometrar frá Benghazi, og at teir nærkast býnum skjótt.

Samstundis umrøður altjóða samfelagið støðuna í Libya, og um nakað skal gerast. ST-trygdarráðið viðger málið í dag, og USA streingir á fyri at fáa eina avgerð í kvøld.

Eitt flúgviforboð hevur verið upp á tal, men hernaðarserfrøðingar siga, at tað er ein spurningur, um eitt tílíkt forboð ger nakra nyttu, nú stjórnarherurin hevur tikið teir flestu býirnar aftur.

Franskir embætismenn hava í dag sagt, at tað er ikki óhugsandi, at ST fer at loyva einum átaki, sum millum annað ber í sær, at eitt nú NATO-flogfør kunnu bumba hernaðarmál í Libya.