Elin D. Næs í Hvalba hevur stovnað fyritøkuna Gagnmeti. Elin er útbúgvin kostráðgevi og ætlar sær eisini at hava virksemi í Havn.
Hon sigur, at nú í byrjanini fer hon at hava góð tilboð, og at hesi eru galdandi fram til jóla.
Ráðgeving
Elin D. Næs sigur um arbeiðsgongdina, at vanliga seta viðskiftafólk seg í samband við kostráðgevan. Eitt spurnarblað verður so útfylt, har kostvanar verða umrøddir. Kostráðgevin arbeiðir so við hesum og kemur við ráðgeving um, hvussu betringar kunnu gerast. Eftir nakrar vikur hittast viðskiftafólk og kostráðgevi síðani aftur at vita, um broytingar í kostinum hava gjørt mun.
- Kostráðgeving er viðkomandi, um trupulleikar eru við t.d. blóðsukrinum, vantandi orku í gerandisdegnum, um ein vigar ov nógv ella ov lítið ella um trupulleikar eru við strongd, vantandi imunverju ella ovurviðkvæmi, sigur Elin D. Næs.
- Um kroppurin ikki fær tað, ið honum nýtist, so kann hann ikki útinna tað, ið hann skal. Hetta kann í ringasta føri elva til sjúku. Men eisini tey, ið bara hava ynski um at broyta kostvanar, kunnu fáa hjálp frá kostráðgeva, leggur stovnarin av Gagnmeti dent á.
Vanliga virkisøkið hjá einum kostráðgeva, ar at ráðgeva virkjum, barnagørðum, skúlum og skipað verður eisini fyri skeiðum og fyrilestrum.