Grikska ferjan Galaxy, sum tvær ferðir hevur loyst Smyril av í Suðuroyarsiglingni, hevur nú siglt sín seinasta túr – og tað var til India, har ferjan nú verður upphøgd á Alang Ship Breaking Yard.
Serliga umstrídd var ferjan í sambandi við málið um hekkuportrið, sum var opið við fráferð úr Havn 1. september 2025, eitt mál, sum Sjóvinnustýrið meldaði til løgregluna.
Men av tí at próvbyrðan ikki kundi lyftast, slepti ákæruvaldin málinum.
##med2##
Alang Ship Breaking Yard er eitt av mest sermerktu – og samstundis mest umstríddu – vinnuøkjunum í heiminum. Har enda túsundtals skip sítt lív.
Alang liggur í indiska statinum Gujarat, umleið 50 kilometrar sunnan fyri býin Bhavnagar við Khambhat-víkina. Upphøggingarsmiðjan varð sett á stovn í 1983 og hevur síðani ment seg til heimsins størsta upphøggingarstað til skip.
Á einum 10–15 kilometra longum strandateini liggja yvir 100 upphøggingarstøð, har skip verða tikin á land við flóð og síðani skorin sundur.
Skipini verða sigld upp á land við egnar megi, tá flóð er, tað sum kallast beaching. Tá tað fjarar, stendur skipið á sandbotninum, og tá fara fólk í holt við at út olju, maskinur og annað. Síðani verður skipið skorið sundur við skeribrendarum. Stál, motorar, skrúvur, innbúgv, bjargingarútgerð, køkar og túsundtals aðrir lutir verða seldir víðari. Nærum einki fer til spillis.
Alang er ikki bara upphøggingarsmiðja. Har eru hundraðtals handlar, sum selja alt, sum verður tikið úr skipunum.
Alang hevur í mong ár fingið harðar altjóða atfinningar um arbeiðstrygd og fyri deyðsvanlukkur. Í nógv ár vóru reglurnar nógv linari enn í Evropa. Seinastu árini hevur India tó gjørt stórar íløgur í trygd og umhvørvi.Fleiri av upphøggingarsmiðjunum lúka nú krøvini í altjóða Hong Kong konventiónini, sum snýr seg um trygd og umhvørvi í sambandi við upphøgging av skipum. India hevur eisini gjørt nógv fyri at fáa fleiri altjóða reiðarí at velja Alang til upphøgging fram um onnur støð.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















