Gallaveitslan verður á Rex

Fótbóltsárið er av, og meistararnir eru funnir. Men tað merkir ikki, at árið er heilt slept. Sum vant, so verður nevnliga rundað av við eini gallaveitslu, har spælarar kunnu hittast undir meira hugnaligum umstøðum, og aftur í ár er tað GÍ, sum stendur fyri tiltakinum, sum í ár verður hildið á Rex í Havn tann 10. november. Umframt ein góðan døgurða og møguleikan at kjakast og reypast um fótbólt, er hetta eisini kvøldið, har bestu spælararnir á árinum skulu kjósast. Hetta verður gjørt við atkvøðugreiðslu, sum Sosialurin skipar fyri millum liðformenn, venjarar og fjølmiðlar. Tekning til tiltakið fer fram á [email protected]