Gallup setir ikki nøvn á øll umboðini, men trý av teimum, sum skulu manna hinar fimm sessirnar hjá Javnaðarflokkinum eru kvinnurnar Halla Samuelsen, Elin Lindenskov og Bjørghild Djurhuus.
Hjá Sambandsflokkinum verður tað sambært Gallup sitandi býráðslimurin, Annfinn Brekkstein av Velbastað, sum verður afturvaldur.
Hjá Tjóðveldinum setir Gallup bara tvey nøvn á, tey eru Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal.
Gallup torir ikki at seta nøvn á nakran, sum skal umboða Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð. Seinastu vórðu valdir Sjúrður Olsen, Jan Christiansen og Vagnur Johannesen.