Gamal einaræðisharri fekk lívlangt fongsul

Tann seinasti einaræðisharrin í Argentina, Reynaldo Bignone, er dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava framt brotsverk ímóti mannaættini, tá herurin hevði valdið. Hetta er aðru ferð, at tann nú 85 ára gamli Reynaldo Bignone verður dømdur fyri lut sín í árunum við hernaðarstýrinum. Fyrru ferð fekk hann 25 ára fongsul fyri at hava havt ábyrgdina av, at fangar vórðu píndir.

Bignone tók við sum forseti í 1982, tá Argentina hevði tapt kríggið ímóti Bretlandi um Falklandsoyggjarnar. Árið eftir fór hann frá, og tann demokratiskt valdi Raul Alfonsin tók við.

Í 2005 samtykti argentinska tjóðartingið at ógilda eina lóg, sum hevði forðað fyri, at leiðarar í gamla hernaðarstýrinum kundu dragast fyri rættin. Síðani eru meiri enn 200 leiðarar dømdir.