Gamal kenningur á maltesiska landsliðnum

Nations League: Malta hevur úttikið hópin til dystin móti Føroyum

Fríggjakvøldið verður fyrsti dysturin í nýggju landsliðskappingini, Nations League. Føroyar skulu á heimavølli spæla móti Malta. Nú hevur landsliðsvenjarin hjá Malta, Ray Farrugia, úttikið hópin til dystin á Tórsvølli.

 

Les eisini: Føroyski hópurin úttikin

 

Vert er at leggja merki til, at 37 ára gamli Michael Mifsud er framvegis við á landsliðnum. Hann spælir við Birkirkara, sum tapti fyri KÍ í Europa League fyrr í ár. Hann er samlaður toppskjútti á maltesiska landsliðnum við 40 málum.

 

Annars er talan næstan bara um spælarar, sum spæla á Malta. Fyri uttan Andrè Schembri, sum spælir við Apollon Limassol á Kýpos, og Zach Muscat, sum spælir við Pistoiese í triðj bestu deildini í Italia.

 

Seinast Føroyar spældu móti Malta var í 2004. Tað seinast ferð, at Føroyar hava spælt ein venjingarlandsdyst í Føroyum. Tá vunnu okkara 3-2 við málum, sum Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen og Fróði Benjaminsen skoraðu. Ein av málskjúttunum hjá Malta var Michael Mifsud.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Malta verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli.

 

Hópurin hjá Malta: 

Málverjar:

Henry Bonello (Valletta); Andrew Hogg (Hibernians); Steve Sultana (Balzan).

 

Verjuspælarar:

Ferdinando Apap (Victoria Hotspurs); Andrei Agius (Hibernians); Steve Borg (Valletta); Ryan Camilleri (Valletta); Michael Johnson (Balzan); Joseph Mbong (Hibernians); Zach Muscat (Pistoiese); Joseph Zerafa (Valletta).

 

Miðvallarar:

Johann Bezzina (Hibernians); Roderick Briffa (Gżira United); Juan Corbalan (Gżira United); Paul Fenech (Birkirkara); Ryan Fenech (Sliema Wanderers); Rowen Muscat (Valletta); Stephen Pisani (Floriana);

 

Áleyparar:

Andrew Cohen (Gżira United); Alfred Effiong (Balzan); Jean Paul Farrugia (Sliema Wanderers); Michael Mifsud (Birkirkara); Andrè Schembri (Apollon Limassol, Cyprus).