Tað hevur ikki verið so nógv at frætta frá EB/Streymi, síðani kappingin var liðug leygardagin 26. oktober, og tað var greitt, at felagsliðið hjá teimum í Sundalagnum og á Eiði eisini í 2020 verður í bestu deildini.
21. november var ársaðalfundur, og tá varð nýggj nevnd vald. Nýggjur formaður er Fróði Reinert Petersen:
-Síðani aðalfundin hava vit arbeitt við at fyrireika nýggja kappingarárið, og vit vóna, at okkurt fer at koma upp á pláss næstu dagarnar. Enn er ikki greitt, hvør verður venjari, men vit hava tosað við Jákup Martin Joensen, sum vandi liðið í Betri deildini í fjør, og eisini umhugsað onkran annan møguleika, sigur Fróði Reinert Petersen, nývaldur formaður í EB/Streymi.
Í kvøld boðar felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður við Andras Ólason Olsen.
24 ára gamli miðverjin hevur bara umboðað barndómsfelagið, har hann sambært faroesoccer.com hevur spælt 60 landskappingardystir í bestu deildini, seks dystir í kappingini um løgmanssteypið og 63 dystir í næstbestu deildini, har besta liðið hjá EB/Streymi var í 2016.
Fyrsti dysturin í bestu deildini var í fyrsta umfari í 2015, og tann síðsti higartil var í síðsta umfari í fjør. Tíðliga í ár, meðan EB/Streymur fyrireikaði seg til nýggja kappingarárið, var Andras Ó. Olsen so óheppin at slíta krossbandið. Síðani hevur hann vant við vón og ætlan at koma fyri seg aftur. Tað gongur rætta vegin, og tað verður roknað við, at stinni miðverjin verður førur fyri at spæla fótbólt aftur nakað eftir ársskiftið.