Løgtingið fer at leiga bygningin hjá Havnar Arbeiðarafelag at hýsa politisku flokkunum. Landsverk flytir yvir í bygningin hjá Gullak Madsen yvir við Strond 17, har sum politistøðin hevur verið seinastu árini – og Uttanríkis- og mentamálaráðið skal finna annað leigumál.
Tað er greitt, eftir at Løgtingið yvirtekur leigumál, sum Landsverk hevur havt við Havnar Arbeiðarafelag.
Hetta visti útvarpið hjá Kringvaprinum at siga í kvøld.
Í løtuni verður bygningurin hjá einum felag hjá føroyska ríkmanninum og reiðaranum í Hirtshals í Danmark, Gullaki Madsen, yvir við Strond 17, SP/F frá 25.september 1978, umvældur til at hýsa Landsverki. Tað er bygningurin, har politistøðin hevur leigað seinastu árini – og har sum Fiskimálaráðið eisini leigar.
##med2##
Landsverk væntar at flyta í bygningin í heyst. Tá Løgtingið yvirtekur leigumálið hjá Landsverki í bygninginum hjá Havnar Arbeiðarafelag á Tinghúsvegi 5, 7 og 9. Tá hevur Løgtingið allar adressunar á Tinghúsvegnum frá Vaglinum av og niðan til Bøkjarabrekku. Tá fáa flokkarnir nógv betri umstøður, enn teir hava á Gamla Apoteki, sum er ein illa hóskandi bygingur til skrivstovu og fundarvirksemi.