Gamla Eik-leiðslan funnið nýggj størv

Flestu gomlu stjórarnir í Eik Banka, sum fór á húsagang, hava funnið nýggj leiðarastørv. At standa fyri einum banka, sum fór á heysin, tykist ikki at vera nøkur forðing at finna nýtt starv.

Meginparturin av gomlu Eik-leiðsluni hevur í øllum førum longu funnið okkurt nýtt at tríva í.

Tann seinasti í røðini er Bogi Bendtsen, fyrrverandi kredittleiðari hjá Eik. Hann tekur við sum deildarstjóri í fyrisitingini hjá SEV eftir John P. Danielsen, sum leggur frá sær 1. juli.

Ei heldur Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóri í Eik, situr hendur í favn.

Hann skuldi eftir ætlan veljast í nevndina í partafelagnum German High Street Properties, í Danmark.

Tað felagið livir av at gera íløgur í fastar ognir í Týsklandi.

Bjarni Olsen, fyrrverandi stjóri í Eik, hevur gjørt skjótt av. Hann er nú deildarstjóri í Almannastovuni.