- Fyri góðum mánaði síðan varð farið undir at skifta gólvið í KÍ-høllini. Arbeiðið hevur gingið væl og væntast liðugt síðst í komandi viku. Gólvið var seinast skift í 2008.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu, har tey halda, at gólvið, sum var, hevur tænt fyri seg.
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at talan er um eitt umfatandi arbeiði, sum nú næstan er liðugt. Tó hevði arbeiðið als ikki verið komið so langt, um tað ikki var fyri góðu hjálpina frá ítróttafeløgunum.
- Ung sum eldri í ymiskum ítróttafeløgum hava veruliga tikið eitt tak í hesum arbeiði - Ikki bara við at taka tað gamla burtur, men eisini í tilgongdini at fáa vøllin, tey ynskja.
Valið av vølli og strikum er tikið í tøttum samstarvi við tey, sum skulu brúka høllina, og tað fegnast borgarstjórin um.
- Fleiri 100 fólk brúka høllina gjøgnum vikuna. Tað er her, at børn og ung savnast, mennast og trívast, og tí eri eg ómetaliga glaður um, at býráðið hevur játtað pening til hetta arbeiðið.
Karl Johansen vísir á, at tørvur er á fleiri ábótum í KÍ-høllini, men hetta er eitt gott stig á leiðini.
- Tað hevur nevnliga stóran týdning fyri okkum sum býráð at raðfesta karmar til frítíðarvirksemi, sum gagnar nógvum borgarum í býnum, sigur borgarstjórin.
Gomlu beinkirnir eru eisini tiknir burtur og verða nýggir settir ístaðin.
Talan verður um sokallaði «teleskop» áskoðarapláss, sum kunnu brúkast eftir tørvi. Tað merkir, at tá tørvur ikki er á áskoðarplássum, so verður munandi størri gólvpláss.
- Hetta gevur næstan 1280 fermetrum av gólvi aftrat, tá áskoðarplássini ikki eru í brúk, sum sjálvandi eisini letur upp fyri nýggjum møguleikum, siga tey í Klaksvíkar kommunu.