Gamli einahandilin nú fløgubúð

- Hugskotið hjá okkum var at gera ein handilin, sum kann lokka fólk inn, uttan at tað hongur eitt tilboðsskelti í vindeyganum, sigur Bjarni Ziska Dahl, annar av monnunum aftanfyri forkunnugan handil í Klaksvík

Øldirnar møtast í fløgu- og bókabúðini, Leikalund, í Klaksvík.

Á teimum meira enn 100 ára gomlu hillunum standa fløgur framleiddar í nútímans digitalari tøkni. Og á teimum slitnu diskunum finnur tú bøkur prentaðar í litum í framkomnum maskinum.

Tað er eitt spæl millum eina farna tíð, við einahandli og avmarkaðum vøruútboð, og eina tíð, tá hillirnar eru á tremur við modernaðum popptónleiki og ein telda hevur funnið sítt pláss úti við vindeygað.


Inn at hyggja

Edvard Fuglø og Bjarni Ziska Dahl hava seinastu tríggjar mánaðirnar rikið handilin Leiklund í hølunum hjá gamla einahandlinum, sum helt til í Klaksvík frá umleið 1840.

Og hóast framstigið hevur verið stórt síðani tá, er sjálvt grundarlagið undir nýggja handlinum - høli og innbúgv - gamalt og slitið. Men tað er samstundis tað, sum ger handilin til nakað heilt serligt.

- Tað eru ofta fólk koma inn og siga, at tey bara ætla at hyggja eitt sindur, tí tey halda at handilin er so serligur, sigur Bjarni Ziska Dahl.

- Og tað er stuttligt at síggja, at tey koma aftur, tí her er nógv at fáa við, sigur hann.


Eisini list og hondverk

Hann og Edvard Fuglø fingu hugskotið um handilin beint eftir nýggjár.

- Vit hildu, at tað manglaði ein veruligur fløguhandil í Klaksvík, men tað endaði við, at handilin eisini kom at umfata bøkur, handverk og list, sigur Bjarni.

- Størsta sølan er í fløgum, men vit selja eisini fitt av bókum og hinum vørunum, sum vit hava.

Handilin virkar sum eitt lítið gallarí, tí á veggjunum hongur list hjá ymiskum føroyskum listafólki, og ein partur av hølunum er settur av til føroyskt hondverk og brúkslist.


Lokka fólk uttan tilboð

At Leikalund heldur til í gomlu handilshúsunum, har Jens Klæmint Isaksen hevði handil fram til 1991, kemst av at Norðoya Fornminnafelag vil hava, at lív er í gomlu húsunum. Fornminnafelagið heldur sjálvt til aðrastaðni í húsunum.

Treytirnar hjá Leikalund fyri at verða í handlinum er, at einki verður broytt uttan í samráði við nevndina í Norðoya Fornminnafelag. Sumt av innbúgvinum er líka gamalt sum handilin, meðan annað er eitt sindur nýggjari.

Áðrenn handilin lat upp, brúktu Bjarni og Edvard einar tríggjar mánaðir til at gera hølini klár. Tað, sum varð broytt, varð gjørt í upprunastand, og alt, sum skuldi brúkast til fløgur og bøkur, varð hondgjørt til handilin.

- Hugskotið hjá okkum var at gera ein handilin, sum kann lokka fólk inn, uttan at tað hongur eitt tilboðsskelti í vindeyganum, sigur Bjarni Ziska Dahl.


Hvørki sterilt ella hátøkni

Hóast ungfólk eru ein týðandi partur av viðskiftafólkunum hjá Leiklund, dámar teimum væl gamla stílin í handlinum.

- Nógvastaðni verður roynt at gera handlar til ung sterilar og hátøkniligar, men hetta er nakað heilt annað. Her er gamalt innbúgv, slitnir diskar og skeivar hillar, men tað dámar teimum væl, sigur Bjarni Ziska Dahl.

Konseptið er sjáldsamt og øðrvísi, men tað er ikki altíð so praktiskt.

- Tað finst neyvan ein bein hill inni í handlinum, men tað mugu vit taka við, tí hetta er ein gamal handil, sum skal líkjast sær sjálvum, sigur Bjarni Ziska Dahl.