Gamli ítróttarredaktørurin er nú høvundur

(Rás2 - Sjóðteim) Hoyr Jákup Mørk greiða frá bókini um B36, sum snýr seg serliga um tíðarskeiðið 1997-2017

Her er tað stuttligt” er heitið á bók, sum nú er komin á marknaðin. 

Í bókini, sum er 348 síður til støddar, verður tikið saman um søguna hjá B36. Eisini verður nortið við grundvirðini í felagnum – herundir stóra ungdómsarbeiðið, sum dag og dagliga verður gjørt í Gundadali.

Venjarar og profilar verða eisini lýstir, eins og tikið verður saman um einstøku kappingarárini.

Áður hevur B36 givið út bókina, Rennið dreingir, ið fevnir um fyrstu 60 árini av felagssøguni. ”Her er tað stuttligt” hevur tí høvuðsdentin á árini frá 1997 fram til í dag, men ein partur av bókini viðgerð eisini, hvussu B36 broyttist seinnapartin av 80’unum, har felagið frá at vera sonevnt elevatorlið mentist til ein støðugan spælara í føroyska fótbóltsoddinum.

Tað er Jákup Mørk, fyrrverandi ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum sum hevur skrivað størsta partin av bókini. Hannis Egholm hevur sniðgivið, eins og hann hevur skrivað einstakar partar. Føroyaprent hevur staðið fyri prent og innbindan.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jákup Mørk í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2.

Jákup Mørk staðfestir, at arbeiðssetningurin at skriva bókina gjørdist nógv drúgvari enn hann hevði ímyndað sær, og hann ætlar ikki at bjóða seg fram at skriva eina slíka bók aftur, tí tað er sera drúgt verk at fáa øll fakta uppá pláss. 

Samrøðan Petur Asbjørn Lervig gjørdi við formannin í B36, Rúna Herup Olsen um bókina, ið var løgd fram ígjár hoyrist HER