P/f Dimmalætting og sp/f Hestprent hava 23. juni stovnað nýggja prentsmiðju, sum fær heitið p/f Føroyaprent. Í hesum nýggja felagnum fer alt virksemið hjá sp/f Hestprent og alt virksemið hjá Dimmalætting innan arkprent í nýggju smiðjuna Føroyaprent, men Føroyaprent hevur tó einki við prenti av tíðindabløðum at gera. Nýggja smiðjan hevur eisini yvirtikið bygningin á Hoyvíksvegi 59 frá p/f Dimmalætting, sum í 126 ár hevur rikið egið prentvirksemi, men sum nú hevur valt at fusionera við yngstu prentsmiðjuna í landinum, 20 ára gamla Hestprent.
Meðan Jon Hestoy er stjóri, verður Hjalgrim Samuelsen nevndarformaður í Føroyaprenti, og nevndarlimirnir í nýggju prentsmiðjuni eru Flemming Samuelsen og Susann H. Hestoy.
Hørð kapping
Leiðslurnar á Dimmalætting og Hestprenti hava avgjørt at taka hetta stigið fyri at styrkja um kappingarførið. Kappingin á grafiska økinum er hørð bæði í Føroyum og við útlendskar prentsmiðjur, og við hesi samanlegging gerst talan sambært leiðsluni um eina stóra prentsmiðju, ið hevur neyðugu útgerðina og styrkina at kappast. Stovnararnir eiga hvør síni 50% í nýggja felagnum.
- Í prentvinnuni er torført at fáa rentabilitet, og íløgukrøvini eru sera høg. Tí mettu vit, at ein fusión ger okkum sterkari, og talan er um eitt reint "fornuftsektaskap", greiðir stjórin á nýklaktu prentmiðstøðini Føroyaprent frá, Jon Hestoy.
Sostatt er talið av føroyskum prentsmiðjum farið frá fýra niður í trý, og saman við Føroyaprenti eru tað tey bæði Einars Prent og Estra. Men sambært Jon Hestoy eru størstu kappingarneytarnir uttanfyri landoddarnar.
- Tøknifrøðiligi framburðurin ger vinnuna og marknaðin óvardan frá útlendskum virksemi, og eru vit tí í harðari kapping við t.d. danskar prentsmiðjur. Alt kann sendast tvørturum landamørk via telduposti ella pdf fílum, og nú er breiðband eisini vaksandi. So hóast vit eru fremst í Føroyum, er kappingin sera hørð, slær stjórin í Føroyaprenti fast. Hann vísir eisini á, at prísurin ongantíð hevur verið so lágur í Danmark, og hetta er alt við til at økja kappingina.
Besta smiðjan
Í nítiárunum vórðu stórar íløgur gjørdar í prentsmiðjuna við Smyrilsvegin, so hon í dag er best útgjørda prentsmiðjan í landinum, og serstakliga hava íløgur verið gjørdar í litprenti. Einasta 4-litaða prentmaskinan í fullari stødd stendur á prentsmiðjuni hjá Dimmalætting.
- Meðan grundarlagið undir virkseminum hjá Hestprenti hevur verið bøkur, hava teir á Dimmu verið sterkir at prenta bóklingar og hefti, og kombinatiónin av hesum fer vónandi at eydnast væl, sigur Jon Hestoy.
Í byrjanini var Hestprent eitt satsvirki, men í 1999 varð byrjað at prenta eisini. Í 2002 víðkaði Hestprent so aftur virksemið sítt við bókbindaríi, og er hetta størsta bókbindarí í Føroyum í dag.
30 starvsfólk
Gott 30 starvsfólk fara at starvast dagliga á nýggju prentsmiðjuni Føroyaprent, og hetta ger felagið til størstu prentsmiðju í landinum. Við hes-i samanlegging verða grafikarar, prentarar og bókbindarar savnaðir á einari prentsmiðju.
Við samanlegging til nýggja felagið meta p/f Dimmalætting og sp/f Hestprent seg hava tikið eitt stórt stig fram ímóti at tryggja Føroyum eina kappingarføra prentsmiðju, og í samband við samanleggingina verður almenn móttøka fríggjadagin 25. juni á prentsmiðjuni á Hoyvíksvegnum 59 kl. 15 til 17.30.