Gamlir svingarar á pall í TB húsinum

Í annaðkvøld, leygarkvøldið, verður afturhvarv í TB húsinum, har sera væl umtókti sekstiárabólkurin, Beat Shots, fer at gamlar slagarar Í annaðkvøld, leygarkvøldið 25 oktober, verður forvitnisligur dansur í TB húsinum á Tvøroyri.

Tað er Lionsklubburin í Suðuroy, sum skipar fyri tiltakinum og tað verður ongin annar enn gamli og sera vælumtókti bólkurin, Beat Shots, sum fer at spæla.

Í steðginum fer Tróndur Nólsøe at venda plátum.

Beat Shots var sera vælumtóktur bólkur, sum hevði sína stórtíð í sekstiárunum, men eisini spældi nakað eftir tað.

Teir, ið manna bólkin nú leygarkvøldið verða Erolf Olsen, Birgar Niclasen, Pauli Einarsson og Finn Thomsen.

Annars vóru eisini aðrir limir í bólkinum, eitt nú Hans Olaf Debes og Unnur Thomassen, sum er mamma okkara kenda Teit Lassen.

Dyrnar lata upp klokkan 23 og atgongumerkið kostar 100 krónur.

Í Dansinum á Tvøroyri fara teir at spæla gamlar slagarar, mest frá seksti-og teimum fyrstu sjeytiárunum, eitt nú Creedence Clearwater Revivel, Dave Clark Five, Elvis og annað.

Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til vælgerðandi endamál í Suðuroynni.