Ganga beint ímóti Helenu

Ætlanin hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, um at nýskipa fólkaskúlan, fekk ivasama móttøku, tá ið Løgtingið viðgjørdi málið í gjár.
Serliga fóru tað teir báðir sterku fólkafloksmenninir, Anfinn Kallsberg og Jógvan á Lakjuni, sum funnust hvassliga at ætlanini.
Teir søgdu báðir, at Fólkaflokkurin hevði boðað frá, at hann var ímóti, at uppskotið yvirhøvur verður lagt fyri Løgtingið.
Helena Dam á Neystabø avsannar hetta. Hon ásannar, at eftir at atfinningar vórðu settar fram á samgongufundi, vóru umstríddu brotini broytt og eftir tað hevði landsstýrið tikið undir við uppskotinum.
Men hetta ger ikki mun hjá Anfinni Kallsberg.
- Hóast tað er pyntað eitt sindur farið eg avgjørt ikki at taka undir við tí, staðfestir hann.
Teir báðir Fólkafloksmenninir, siga, at nógvir ósvaraðir spurningar eru. Í hesum sambandi vildu teir hava at vita, hvussu stór sparingin er, hvussu nógvir skúlar skuldu vera og Jógvan á Lakjuni vil ikki góðtaka, at lógin skal strikast um, at fólkaatkvøða skal vera, tá ið skúlar skulu niðurleggjast.
Hann stúrdu fyri, at hetta fer at føra eina ”gallopperandi” miðsavning við sær, sum hann málbar seg.
Hann helt, at støðan er ikki verri enn so, enn at mangla pengar í fólkaskúlanum mugu sparingar setast í verk.
Eisini í Tjóðveldi eru tey ivasom um mannagongdina. Annita á Fríðriksmørk sigur, at kommunur skulu leggja saman fyrst, og so kunnu skúlaøkini skipast aftan á.
Helena Dam á Neystabø staðfesti enn einaferð, at nýskipanin er neyðug.
- Vit kunnu ikki loyva okkum at lata lokalpolitisk ella onnur maktpolitiskt atlit forða fyri hesum neyðugu nýskipanunum, segði hon.
Les eisini greinina: Les eisini greinina: Fólkaskúlin í knúsi um trý ár og greinina: Ganga beint ímóti Helenu.