Garnaskip hava brúkiligan fiskiskap

Verri gongur hjá partrolarunum, sum fiska upsa. Teir hava framvegis smáligan fiskiskap.

 

Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap, men fiskiskapurin hjá trolarunum, sum royna eftir upsa, er framvegis einki at reypa av. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru vestan fyri og fiska kongafisk. Væntandi koma bæði skipini inn at landa síðst í vikuni sum kemur.

Teir smáu trolbátarnir liggja allir við bryggju í løtuni. Veðrið hevur verið óstøðugt og skiftandi, men trolbátarnir loysa væntandi aftur, tá líkindini verða betri.

Tvey skip fiska við gørnum. Annað fiskar svartkalva og kemur inn at landa síðst í næstu viku. Teir hava brúkiligan fiskiskap.

- Skipið, sum fiskar havtasku, hevur eisini brúkiligan fiskiskap, og kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku, verður lagt aftrat.