Garnaskip hava góðan fiskiskap

Meðan partrolararnir hava smáligan fiskiskap, hava garnaskipini góðan fiskiskap.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men skipini hava vánaligan upsafiskiskap. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði, sum vanligt er hesa tíðina av árinum, men sum skilst hevur eingin rokfiskiskapur verið eftir gulllaksi.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap.

Annar er vestan fyri og fiskar kongafisk. Hin er sunnan fyri og fiskar stinglaks og blálongu. Skipini landa væntandi síðst í vikuni.

- Í løtuni eru fimm trolbátar norðan fyri, har teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski. Væntandi koma fýra bátar inn at landa mánadagin og ein mikudagin.

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku við gørnum. Sagt verður frá góðum garnafiskiskapi í løtuni.