Garnaskip hava brúkiligan fiskiskap

- Skipini, sum fiska ávikavist svartkalva og havtasku, hava bæði brúkiligan fiskiskap.

 

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og umframt upsan, fáa skipini eisini nakað av hjáveiði. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. 

 

Trý partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði, men nú fer vertíðin eftir gulllaksi at styttast.

 

Av djúpvatnstrolarinum, er bara ein til fiskiskap í løtuni. Skipið fiskar svartkalva og kemur væntandi inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at fýra trolbátar eru til fiskiskap á landleiðini. 

 

- Væntandi koma tveir inn at landa mánadagin, og hinir báðir koma miðskeiðis ella síðst í næstu viku. Trolbátarnir fáa mest av flatfiski og toski.

 

Í løtuni eru eisini tvey garnaskip til fiskiskap. Annað fiskar svartkalva og kemur inn at landa síðst í næstu viku. Hitt fiskar havtasku og landar miðsleiðis í vikuni.

 

- Bæði garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap eftir ávikavist svartkalva og havtasku, verður lagt aftrat.