Gary Neville krevur harðari revsing til seks tey stóru feløgini

Manchester United legendan og viðmerkjarin hjá SkySports heldur, at feløgini sum ætlaðu at gjøgnumføra Super League skulu revsast harðari

Mynd: SkySports

Mynd: SkySports

Tey seks ensku feløgini sum meldaðu seg klár at fara uppí ætlaðu lukkaðu fótbóltskappingina, European Super League, Arsenal, Manchester United, Liverpool, Manchester City, Chelsea og Tottenham hava fingið eina revsing frá Premier League fyri at vera við til ætla at stovnseta European Super League. 

 

Tey seks feløgini skulu samanlagt rinda eina bót uppá 22 miljónir bretsk pund, svarandi til 190 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Hetta Manchester United legendan og viðmerkjarin hjá SkySports, Gary Neville vera eina alt ov lina revsing til "Seks tey stóru".

 

Gary Neville heldur, at feløgini eiga at missa stig í kappingini og fáa nógv størri bøtur: - Gev meistaraheiti til Burnley. Lat Fulham varðveita plássið í Premier Leagu og lat Manchester United, Liverpool og Arsenal flyta niður í Championship. Tey eru feløgini sum hava uppiborið harðastu revsingina, sigur Gary Neville í einum sjónvarpsbroti hjá SkySports.

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: SkySports

Mynd: SkySports