Gassprísir á lægsta støði í hálvtannað ár

Gassprísir á lægsta støði í hálvtannað ár

 

Evropisku gassgoymslurnar eru so fullar, at gassprísirnir hóast kalt veður eru teir lægstu í hálvtannað ár.

Í gjár raktu gassprísirnir á týðandi hollendska gassmarknaðinum TTF lægsta støði síðani august í 2021.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Prísirnir vóru í gjár 42 evrur – svarandi til 312 kfrónur – fyri megawatt tíman.

Sambærrt Dansk Industry er tað eitt fall upp á 85 prosent samanborið við, tá prísirnir vóru hægstir.

– Tað er ein fíggjarlig byrða av teimum stóru, sum lætnar av herðunum hjá virkjum og brúkarum.

– Um prísurin ikki var fallin, hevði tað verið enn dýrari hjá virkjum, sum brúka gass í framleiðsluni, og teimum mongu dønum, sum brúka gass til upphiting heima, sigur Troels Ranis, sum er varstjóri í DI, í eini tíðindaskrivi.

Fallið í gassprísunum kemur samstundis við, at tað er kavaódn og frost í Danmark.

Vanliga høvdu gassprísirnir hækkað, tá tað er kalt í longri tíð vegni eftirspurningi.

Marknaðurin er tó nú so positivur, at prísirnir fella hóast kuldan.

– Samstundis eru evropisku gassgoymslurnar metfyltar fyri árstíðina, nú tær eru 61 prosent fullar.

– Tað er tað mesta nakrantíð hesa ársins tíð, og tað er við til at minka um eftirspurningin á gassi, sigur Troels Ranis.

 

/ritzau/