Hóast Microsoft júst er komin á marknaðin við Zune, sum av fleiri verður róptur fyri iPod-killer, so tykist Bill Gates ikki rokna við, at teir megna at senda útgávuna frá Apple í grøvina. Partvíst, so hevur sølan av Zune ikki verið so serstakliga stór, síðani hesin kom á amerikanska marknaðin, og hartil sigur Microsoft-stjórin sjálvur, at iPod er nakað fyri seg. Ófatuligt og fantastiskt var millum lýsingarorðini, sum Bill Gates nýtti, tá hann herfyri varð biðin um at siga sína hugsan um iPod.