Matvørumyndugleikarnir í Japan siga, at teir hava staðfest sera nógv geislavirkni í fiski og grønmeti í umráðnum nærhendis kjarnorkuverkinum Fukushima. Sagt verður, at mátingarnar vístu millum 2.600 til 3.200 becquerel í einum kilo av fiski, og tað er millum fimm og seks ferðir meiri enn mestamarkið, sum heilsumyndugleikarnir hava ásett, sigur sjónvarpið NHK.
Tilsvarandi kanningar hava staðfest 960 becquerel í spinati úr bygdini Otama, og tað er næsta tvær gerðir tað mest loyvda.
Myndugleikarnir hava nú bannað fólki at eta ávís fiskasløg og ávís sløg av grønmeti úr økinum, sigur NHK.