Gekk væl hjá Pola í NM

Poli Joensen fekk tað besta úrslitið, tá ið tríggir føroyskir ríðarar vóru í Noregi og kappaðust í Norðurlandameistaraskapinum

Besta úrslitið var í 100 metur speedpass, har Poli Joensen var nummar sjey, men hann var tó ikki langt frá einum heiðursmerkjaplássi. Føroyingarnir høvdu ætlað at røkka einum heiðursmerki í hesi greinini, men tað eydnaðist tíverri ikki hjá teimum. Ein av orsøkunum kann vera, at hesturin hjá Pola var vorðin heldur móður, eftir at hava verið við í fimm kappingum. Onkuntíð vóru tvær um dagin, og tað var heldur nógv móti endanum. Næstu ferð luttikið verður í altjóða kappingum, verður hetta havt í huga ikki at luttaka í ov nógvum greinum í senn.

Poli megnaði eisini at fáa eitt níggjunda pláss í 250 metur skeið, og tað er eisini eitt fínt úrslit. Í hinum greinunum gekst heldur verri hjá Pola. Í fimmgongd var hann í miðjuni, og í tølt var hann í aftara endanum, meðan í steelpass varð hann kolldømdur. Poli luttók í fimm kappingum, men hetta var kanska heldur nógv, av tí at hesturin møddist móti endanum.


Heri og Jóanis óhepnir

Hinir báðir føroyingarnir í Noregi vóru Heri Dahl og Jóanis í Hoygarðinum, men teimum gekst ikki eins væl og hjá Pola í NM kappingini.

Heri varð kolldømdur í tølt, men hann varð sera óheppin. Dómararnir valdu at kolldøma hann, tí hann gjørdi eina formleikavillu, eftir at hann hevði gjøgnumført kappingina.

Heri er sera harmur um hetta og sigur, at tað var ein sera býtt villa, men at reglar eru reglar og skulu yvirhaldast. Heri var annars á 19. plássi av 53, tá hann varð kolldømdur.

Dómararnir vóru annars sera strangir, og tað er eisini nakað, sum man skal venja seg við. Heri luttók eisini í fjórgongd, men tá endaði hann í tyngra endanum.

Jóanis í Hoygarðinum var við í somu greinum sum Heri. Jóanis var so óheppin, at hesturin, sum hann fekk í Noregi, gjørdist lamin og slapp tí ikki gjøgnum nálareygað hjá dómarunum. Hetta hevði við sær, at ikki var møguligt hjá Jóanisi at venja við hestinum undan kappingini, og úrslitið hjá honum var eisini hareftir. Tveir tímar undan kappingini varð hesturin aftur frískur, og Jóanis kundi tí luttaka, men hann var í aftara endanum.


Umstøðurnar ikki góðar

Umstøðurnar hjá føroysku ríðarunum vóru ikki tær bestu, tí teir høvdu heldur viljað havt síni egnu ross við sær, men ikki er loyvt at flyta ross millum londini. Føroysku ríðararnir ætlaðu sær betri úrslit, men tað gekk ikki hesuferð.

Túrurin var annars sera væl eydnaður, og føroysku ríðararnir hava lært nógv.

- Vit hava fingið nógv burturúr túrinum, og vit hava fingið at vita nøkur ting, sum vit ikki vistu áðrenn. Eisini er tað umráðandi fáa samband við tey røttu fólkini innan hesa ítróttargreinina, sigur Heri Dahl úr Noregi.

Føroysku ríðararnir koma heimaftur mikudagin.18.30, og í morgin venja teir kl. 11.00