Stóra konsertin í Løkshøll fríggjakvøldið 24. oktober við Lenu Anderssen er nú sett at byrja klokkan 21.30. Hetta er ein hálvan tíma seinni enn upprunaliga kunngjørt.
Orsøkin er, at Gekkafepur av álvara herjar um landið, og at fólk, sum ynskja at spæla við í søguliga millión Gekkaspælinum og eisini at sleppa á konsert við Lenu, skulu fáa høvi til bæði tvey.
Lena og maður hennara Niclas hava verið mest at hoyrt sum duo seinastu árini, so framførslan á mentunarvikuni í Runavík er eitt serstakt høvi at hoyra Lenu framføra saman við orkestri. Teir, ið manna bólkin eru Jóhannus á Rógvu Joensen, Finnur Hansen, Josva Debes, Ragnar Finson og Niclas Johannesen. Haraftrat verður Jákup Zachariassen eisini við sum gestur á fleiri av løgunum við ymsum ljóðførum.