Gentan kundi doyð

Ein 11 ára gomul genta noyddist á Landssjúkrahúsið, eftir at hon fekk elektriskan stoyt í Vestmanna, og hjartarútman ávirkaðist

Tað eigur at vera vandaleyst at nema við ljóssteyra og el-skáp, men tað var tað ikki í Vestmanna leygardagin 17. september.
11 ára gamla Sigrun á Brúgv spældi við javngamlar gentur á ovarsa vegi í Vestmanna. Tær vóru á rennifjølum.
Eina ferð skal Sigrun styðja seg móti einum ljóssteyra og eitt-elskáp fyri ikki at detta. Hon tekur báðar hendur fyri seg, aðra í steyran og hin í skápið.
Í tí hon ger hetta, fær hon ein ógvusligan stoyt, fer at rista, dettur og verður samstundis leys frá steyranum í skápinum.
- Vit vóru stød aðrastaðni, men fingu beinanvegin boðini. Vit samskiftu við læknan, sum vildi hava Sigrun at fara á sjúkrahúsið. Har varð hjartamynd tikin, og á sjúkrahúsinum varð staðfest, at stoyturin, Sigrun hevði fingið, hevði ávirkað hennara hjartarútmu, og hon varð tí á sjúkrahúsinu til næsta dag, sigur pápin, Hans Johannes á Brúgv.

Hjartað kundi steðgað
Læknin greiddi foreldrunum frá, at hjartað hjá gentuni tað sama kundi havt steðgað og mælti teimum til beinanvegin at boða el-felagnum ella løgregluni frá skaðanum.
Tað spældi alt tíbetur væl av, og pápin vendi sær síðan til SEV, sum upplýsti, at kommunan hevðo ábyrgdina av steyrunum og Sev av skápunum.
Hans Johannes á Brúgv hevur skrivað frágreiðing um hendingina, og hesa frágreiðing hevur hann sent El-nevndini.

Má kannast
- Eg heit á El-nevndina um at taka málið upp, soleiðis at hendingin ikki endurtekur seg. Her er neyðugt at fáa eftirkannað hvønn einasta pela/skákp í Føroyum fyri at staðfesta, um yvirgangur er í, sigur Hans Johannes á Brúgv.
- Her kundi verið talan um, at ein 11 ára gomul genta kundi latið lív orsakað av, at yvirgangur er í, har vanlig fólk hava sína dagligu gongd. Her var talan um Vestmanna, men tað er sjálvandi møguligt, at støðan er tann sama aðrastaðni í landinum, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Sev hevur verið á staðnum og kannað viðurskiftini. Einki var galið við skápinum, men steyrin leiddi. Tá ið gentan tók bæði í steyra og skáp, var jørðsamband.
Frágreiðingin hjá Vestmanna kommunu er hendan:
Gentan kom at nerta við ein av teimum 30 ára gomlu jarnsteyrunum, har ein feilur var komin á. Tað var so óheppið, at hon nart við pelan og SEV skápið, í stóð við síðuna av samstundis, fekk tí sera góða jørð, og hetta var atvoldin til, at hon fekk stoytin.
Hettar er sera óheppið fyri gentuna, men sum kommunan hevur fingi upplýst, so hevur hon tað tíbetur gott nú.
Tað er ikki ikki álagt kommunum í Danmark og Føroyum at skifta ljós armaturir út, men hevur Vestmanna kommuna tey seinastu áðrini valt at uppstiga til nyggjari dubult isolerað armatur og sikkringshaldarar soleiðis, at um ikki so nógv ár, er man komin runt í allari bygdini.

[email protected]