36 gentur komu til upptøkuroynd ? nú eru fimm av teimum valdar út. Harvið hevur ein spildurnýggjur, føroyskur tóneikabólkur sæð dagsins ljós. Nú verða nøvnini á gentunum almannakunngjørd Asta Højgaard, Ragnhild Dam, Lillian Dalsgaard, Vígdis Fjallstein og Jónvá Ellingsgaard. Hesar fimm ungu kvinnurnar mynda nýggja bólkin, sum er so nýggjur, at hann ikki hevur fingið eitt navn enn! Tær eru í aldrinum 17 ? 21 ár, og ættaðar úr snøgt sagt øllum Føroyum. Vígdis er úr Norðskála, Ragnhild og Jónvá eru úr Havn, Asta er úr Klaksvík og Lillian er av Sandoynni.
?Tað var ikki lætt at velja genturnar út, tí so nógvar av teimum, ið komu til upptøkuroynd, høvdu talent?, sigur Eyðfinn Jensen, annar av stigtakarunum. ?Men vit eru ótrúliga glaðir fyri hesar fimm super dugnaligu genturnar, og bólkurin livir upp til allar okkara dreymir?, sigur ein vælnøgdur Kári Jacobsen, hin stigtakarin.
Genturnar eru longu farnar í gongd við at venja, læra seg løg o.a. Nú liggur nógv hart arbeiði fyri framman. Men tær fimm eru øgiliga spentar og glaðar fyri at júst tær komu í bólkin.