Genturnar møttu kanska

Løgreglan í Bretlandi ber ótta fyri, at tvær tíggju ára gamlar gentur, sum hvurvu seinasta sunnudag, vóru komnar í samband við onkran á alnótini. Kanningar hava víst, at genturnar vóru á alnótini, beint áðrenn tær hvurvu

Bretland
Árni Joensen:

David Beck, rannsóknarleiðari hjá løgregluni, segði í gjár, at teldumenn eru komnir eftir, at Holly Wells og Jessica Chapman vóru á alnótini í ein hálvan tíma sunnukvøldið, t.v.s. beint áðrenn tær hvurvu. David Beck vildi ikki siga, um løgreglan hevði fingið neyvari upplýsingar við at kanna telduna hjá foreldrunum hjá Holly Wells, har genturnar vóru sunnukvøldið, men hann segði tó, at teldukanningin hevði givið týðandi upplýsingar. Hann legði afturat, at løgreglan eisini kannar, um Jessica Chapman hevur nýtt fartelefonina, sum hon hevði uppi á sær sunnudagin, ella um onkur hevur roynt at ringja til hennara.
Stjórin í skúlanum, sum tær báðar genturnar gingu í, hevur greitt frá, at hann fyri fjúrtan døgum síðani ávaraði næmingarnar ímóti at taka upp samband við fólk, sum teir ikki kendu. Skúlastjórin hevði m. a. víst á, at eitt fremmant par hevði roynt at fáa samband við eitt barn í frítíðarskúlanum.
Eitt av teimum stóru blaðútgevarafeløgunum í Bretlandi hevur lovað 11 milliónir krónur í finningarløn, um onkur kann koma við upplýsingum um genturnar, men higartil uttan úrslit. Samstundis hevur løgreglan sent út eina áheitan, har tey, sum burturfluttu genturnar, verða biðin um at boða løgregluni ella einum sakførara frá, hvar tær eru.
Løgreglan leggur dent á, at enn hevur hon eingi prógv fyri, at genturnar verða hildnar aftur ímóti teirra vilja.
250 løgreglumenn úr fimm løgregludømum arbeiða við at loysa gátuna um tær báðar horvnu genturnar.