5?MANNAFØR GENTUR
Blikur við gentumanning vardi Argir á norðoyastevnuni. Teir høvdu vónað, at bæði 6?mannafarið Lómur og 8?mannafarið Argjabáturin fóru at gera um seg og vinna. Tað miseydnaðist, men gentubáturin var fyrstur á mál. Blikur var í hvussu so er fýra bátslongdir frammanfyri Drekan, sum aftur var tað mesta av einari bátslongd undan Havfrúnni, ið vann triðja plássið í stórari kapping við Sílið.
Tað tóktist sum um Havfrúgvin og Sílið fingu besta startin, men tað gekk ikki long tíð, inntil Blikur hevði vunnið sær oddastøðuna, sum tær síðani vardu væl og virðiliga.
? Stýrimaðurin hjá okkum segði, at vit vóru nummar trý, og at Havfrúgvin og Sílið vóru frammanfyri okkum. So segði hon, at vit høvdu tikið Sílið, og eftir at hon hevði sagt, at vit vóru farnar framum Havfrúnna, var tað ongantíð nakar ivi um, at vit vóru fremstar, sigur Anna Andresen, sum er bátsformaður á Bliki.
Miðalaldurin umborð á Bliki er átjan ár, og tær flestu hava roynt seg í kappróðri áður. Sammett við í fjør eru tríggjar nýggjar. Men tað er bara ein, sum ongantíð hevur róð áður. Hinar báðar, sum eru komnar umborð aftur í ár, vóru við í 2001. Tá megnaði Blikur at vinna á ólavsøku, eftir at Fípan Fagra hevði vunnið hinar fimm FM róðrarnar. Í fjør vann Sílið allar róðrarnar.
? Tað varð sagt leygardagin, at vit lógu við tað landið, har tað var slættari at rógva. Tí verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at síggja út annað vikuskifti. Tað vóru tríggir bátar nærri Kósalandinum, enn vit vóru, men úrslitið hjá teimum var ikki so gott, sigur Anna Andresen. Hon og hinar umborð á Bliki eru langt síðani farnar at fyrireika seg til FM kappróðurin, sum annan leygardag verður á Strondum.